Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Væntar friðarsamráðingar millum Ukraina og Russland í næstum

Fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharri heldur, at Ukraina og Russland fara at samráðast um frið innan ársenda í ár

Amerikanski diplomaturin og fyrrverandi uttanríkisráðharrin Henry Kissenger er av tí sannføring, at kríggið í Ukraina er við eitt vegamót.

Hann væntar, at stríðandi partarnir fara at samráðast um frið innan ársenda í ár, og at Kina fer at hava ein avgerandi leiklut í samráðingunum.

– Nú tá ið Kina hevur meldað út, at landið ynskir frið í Ukraina, og er sinnað at vera viðspælari í friðarsamráðingum, so vænti eg, at hetta fer at henda innan ársenda í ár, sigur Henry Kissenger í samrøðu við CBS News.

Russland og Ukraina samráddust um frið teir fyrstu mánaðirnar, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, men hesar samráðingarnar duttu niðurfyri.

Russar eru so smátt farnir at birta uppundir friðarsamráðingar aftur, men hesum hevur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, víst aftur á tann hátt, at ynskir Russland frið, so skulu russisku hermenninir bara fara úr Ukraina.