Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áheitan frá Giktafelag Føroya: Takið giktaøkið í álvara

Á aðalfundi hjá Giktafelag Føroya tann 12. apríl, varð skotið upp, at enn eitt skriv skuldi sendast myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum, um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv, og yvirhøvur at taka tað føroyska giktaøkið í álvara

Giktafelag Føroya heitir nú enn einaferð á landsins leiðslu og Sjúkrahúsverkið um at seta Pero Soré aftur í starv sum giktalækna – og ongantíð ov skjótt, so at giktasjúklingar í Føroyum kunnu fáa røtta leiðbeiningina, viðgerðina, heilivágin og hjálpina, ið munar, og sum sjúklingarnir kenna seg tryggar við.

Felagið sigur, at áheitanin kemur, tí fleiri fólk eru ónøgd við fleiri ymisk viðurskiftir á heilsuøkinum, og kenna seg yvirsædd í skipanini. Eisini vísir Giktafelagið á, at ikki nóg stórt atlit hevur verið tikið til sjúklingin, tá Sjúkrahúsverkið ikki vildi við seg koma, tá Pero Soré ynskti at taka sína uppsøgn aftur – og harvið ikki slapp aftur í starvið sum giktalækni.

Á aðalfundinum hjá Giktafelagnum tann 12. apríl varð atkvøtt fyri at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við einum áheitanarskrivi, og fyrr í vikuni bleiv skrivið sent myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum.

Giktafelag Føroya heitti eisini á táverandi landsstýrismann í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, um at seta giktalæknan, Pero Soré, aftur í starv.

Skrivið “Takið giktaøkið í álvara!” kann lesast í heilum líki her.