Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Berlin

Atlantsflog boðar frá, at felagið fer at flúgva beinleiðis til Berlin í samband við EM-endaspælið í januar komandi ár

Nú er vorðið greitt, at føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla sínar bólkadystir til EM-endaspælið í týska høvuðsstaðnum Berlin í januar 2024. Atlantic Airways, sum eisini er stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya, fer í hesum sambandi sjálvandi at flúgva beinleiðis til Berlin.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur soleiðis:

– Atlantic Airways er tjóðarflogfelagið hjá Føroyum, og vit vilja sjálvandi vera við til at stuðla uppundir, at so nógvir føroyingar sum gjørligt sleppa til Týsklands at síggja dystirnar hjá føroyska landsliðnum og Føroyum til hetta søguliga endaspælið. Vit eru øll errin av hondbóltslandsliðnum og teirra megnaravrikið, og vit gleða okkum at sleppa at stuðla teimum, alt tað, vit eru ment frá áskoðaraplássunum.

Nú lutakastið hevur verið, og tað er avgjørt hvørjum býi, Føroyar skulu spæla í, fara veruligu fyrireikingarnar í sambandi við flúgvingina í gongd, og kunnað verður í næstum um, hvussu verður flogið, og nær sølan byrjar.