Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Finski forsætisráðharrin skal skiljast

Sanna Marin og maður hennara skulu skiljast. Tað upplýsir parið á Instagram

Tey gjørdust góð sum tannáringar, og hava verið saman síðan tá, men nú upplýsir fráfarandi forsætisráðharrin í Finnlandi, Sanna Marin, og maður hennara, Markus Räikkönen, at tey skulu skiljast.

Tað upplýsir parið á Instagram.

– Vit hava søkt um hjúnaskilnað saman. Vit eru takksom fyri tey 19 árini, vit hava havt saman, og fyri okkara nógv elskaðu dóttir. Vit eru enn bestu vinfólk, hava tað gott saman og samstarva sum foreldur, stendur á uppslagnum á Instagram, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Parið fekk dóttrina í 2018, og tvey ár seinni – í august 2020 – blivu tey gift.

Heimsins yngsti
Sanna Marin skrivaði søgu, tá hon í 2019 gjørdist heimsins yngsti statsleiðari. Tá var hon 34 ára gomul.

Hon misti forsætisráðharrapostin á valinum í apríl í ár, hóast flokkur hennara, Sosialdemokratarnir, fekk eitt gott val, so eydnaðist tað ikki at hava ein meiriluta. Eftir valið takkaði hon fyri seg sum forsætisráðharri, men boðaði samstundis frá, at hon legði frá sær sum floksforkvinna í flokkinum.

Sanna Marin er floksforkvinna fram til september í ár, tá Sosialdemokratarnir í Finnlandi hava sín ársfund.