Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Inter vinna fyrra dystin á San Siro

Uppgerðin um della Madonnina var í kvøld millum AC Milan og Inter Milan, ið spældu fyrsta hálvfinalu dyst í Champions League.

Bæði liðini deila sama leikvøll, men í fyrru hálvfinalu hevði AC Milan heimavøll á papírinum.

Seinast hesi bæði liðini møttust var tann 5. februar í ár, tá Inter Milan vann 1-0.

AC Milan var uttan áleyparan Rafael Leao, ið hevur verið teirra profilur í ár við 13 málum í 32 dystum. Tí var belgiski Alexis Saelemaekers valdur á hansara pláss, saman við Oliver Giroud og Brahim Diaz í álopinum.

Inter Milan stillaðu upp einari 3-5-2 formatión við Edin Dzeko og Lautaro Martinez í álopinum.

Longu eftir 7 minuttir legði fyrrverandi Manchester City leikarin Edin Dzeko teir bláu á odda, við einum hornasparki úr vinstru síðu av Hakan Calhanoglu.

Tað skuldi ikki ganga longri enn 3 minuttir, tá ið bólturin aftur lá í netinum hjá málverjanum Mike Maignan. Hesuferð bleiv Henrikh Mkhitaryan spældur leysur og økti um støðuna til 2-0.

Eitt ivamál um brotspark var í dystinum, tá ið argentinski Lautaro Martinez bleiv hildin av danska Simon Kjær. Men dómarin Jesus Gil broytti sína avgerð aftaná hava hugt eftir VAR skerminum.

Dysturin endaði 2-0 til Inter Milan.

AC MilanHagtølInter Milan
57Possession %43
2Skot á mál5
14Skot í alt18
1,00xG (Expected goals)1,91
86Rættar avlevering í %81
399Avleveringar295
17Taklingar14
8Klearingar17
2Horna3
2Offside2
2Gul kort1
0Reyð kort0
14Brot frammt16
Kelda – Champions League og xgscore

Seinna hálvfinalan ímillum hesu bæði liðini verður spæld týsdagin tann 16 mai.

Les eisini...  Neyðtøku á ólavsøku: Eitt ár og tríggjar mánaða fongsulsrevsing

Hin hálvfinalan millum Real Madrid og Manchester City bleiv spæld ígjár, úrslitið bleiv 1-1. Málini gjørdu Vinicius Junior og Kevin De Bruyne.