Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leysatíðindi – Napoli krevja 1,2 milliardir fyri Osimhen

Her eru tey seinastu leysatíðindi í altjóða fótbólti

Mettéo Guendouzi úr Marseille til West Ham – Declan Rice hevur verið á radarnum hjá nógvum stórfeløgum, við áhuga frá Arsenal, Newcastle og Manchester United. Tí hevur The Hammers leita eftir einum møguligum avloysara. Fyrrverandi Arsenal leikarin Mattéo Guendouzi, ið spældi við The Gunners frá 2018 til 2020, er á blokkinum hjá David Moyes.

Tann franski miðvallarin hevur spælt við Marseille síðani summarinum 2021, har hann hevur leikt 40 dystir og skorað 5 mál hettar kappingarárið.

Kelda: David Ornstein og The Athletic

Sannlíkindi: Miðal

Aurelien Tchouameni úr Real Madrid til Liverpool – Jude Bellingham er væl ávegis til Real Madrid, sum kann merkja at spælitíðin hjá franska miðvallarinum verður avmarkað næsta kappingarár.

Liverpool hava áður havt áhuga fyri Tchouameni, áðrenn hann skifti til Real Madrid. Nú hevur Merseyside felagið opnað fyri einari møguligari láni avtalu við leikaran. Sum skilts á Real Madrid, eru teir ikki sinnaðir at selja Tchouameni.

Kelda: 90 min

Sannlíkindi: Undir miðal

Matteo Kovacic úr Chelsea til Manchester City – Tann kroatiski miðvallarin er uppá tal hjá Manchester City, um so er at Ilkay Gundogan og City skiljast í summar.

Kovacic hevur bert 1 ár eftir av sáttmálanum við Chelsea og tí kann tað hugsast at hann skiftir felag í summar. Chelsea hava nógvar leikarar á lønarlistanum og tað er sannlíkindi fyri einari útsølu hjá London felagnum.

Kelda: Football Insider

Sannlíkindi: Miðal

Lautaro Martinez úr Inter Milan til Manchester United – Stór sannlíkindi eru fyri at Erik Ten Haag fer at leita eftir nýggjum áleypara í summar. Ein av teimum ið er nevndur, er tann argentinski áleyparin Lautaro Martinez. Hann hevur sáttmála við tað Italienska felagið til 2026 og tí verður Martinez ikki heilt bíligur at keypa seg leysan úr Milano felagnum.

Les eisini...  Barça í fíggjarligum óføri

Um so er at Inter Milan ikki kvalifisera seg til Champions League til næsta kappingarár, er væl hugsandi at Martinez fer at pressa uppá eitt skiftið.

Martinez hevur spælt við Inter Milan síðani 2018, hann hevur spælt 50 dystir og skorað 23 mál hettar kappingarárið.

Kelda: Football Insider

Sannlíkindi: Undir miðal

Victor Osimhem úr Napoli til PSG, Chelsea ella Manchester United – Victor Osimhed er eitt heitt evnið hjá nógvum stórfeløgum, tí vil Napoli krevja 1,2 milliardir fyri tann nigerianska profilin. PSG, Chelsea og Manchester United eru áhugaðir í leikarinum.

Victor Osimhen er 24 ára gamal og kom úr franska Lille fyri gott 3 árum síðani. Hann hevur spælt 35 dystir og skorað 28 mál hettar kappingarárið fyri Napoli.

Napoli vunnu annars Serie A í ár, fyri fyrstu ferð 33 ár.

Kelda: Il Matino og Tipsbladet

Sannlíkindi: Miðal