Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú búgva 54.362 fólk í Føroyum

Vit eru 569 fleiri fólk í Føroyum nú enn tann 1. apríl í fjør

Tann 1. apríl í ár var fólkatalið í Føroyum 54.362 fólk. Hetta eru 569 fólk fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Vøksturin seinasta árið kemur av burðaravlopinum, sum var 187 fólk, og nettoflytingini, sum var 382 fólk.

Burðaravlopið er vaksið eitt vet, tí færri doyðu hetta seinasta árið.

Nettoflytingin er minkað nakað í mun til undanfarna tíðarskeið. Minkingin kemur serliga av, at fleiri eru flutt av landinum, skrivar Hagstovan.