Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tingfundur er í dag

Nógvar 3. viðgerðir eru á skránni í Løgtinginum í dag

Tingfundur er í Løgtinginum í dag, sum byrjar klokkan 11.

Nógvar 3. viðgerðir eru á skránni í Løgtinginum í dag. Í flestu førum er talan um uppskot til ríkistilmæli um at seta hesi í gildi í Føroyum.

3. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um at umbyggja hølini hjá Apoteksverkinum á Staravegi 15 í Tórshavn er eisini á skránni.

Eisini er uppskot til løgtingslóg um bókasøvn (Bókasavnslógin) á skránni.

Niðurstøðan hjá einum arbeiðsbólki, sum í mars 2020 skuldi skriva álit um dagføring av bókasavnslógini, er,   at stóru broytingarnar, sum eru farnar fram í samfelagnum síðan aldarskiftið – ikki minst á útbúgvingarøkinum, á samskiftisøkinum og á tøkniliga økinum – seta alt størri krøv til tænastuveitingarnar á bókasavnsøkinum. Tørvur er tí á umfatandi broytingum í bókasavnslógini, metir arbeiðsbólkurin, og tað skal Løgtingið nú atkvøða um.

Tvey uppskot hava 2. viðgerð í dag. Tey eru uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri 2021 og uppskot til samtyktar um tvískattaavtalur.

Meira kann lesast her.