Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vit eiga færri børn

Fyrst í hesi øldini átti hvør kvinna í burðarførum aldri í Føroyum 2,5 barn í miðal. Nú er hetta talið minkað niður til 2,05 barn

Eftir at barnatalið hevur ligið um 680 børn árliga frá 2016 til 2021, so minkaði hetta talið niður í 631 í fjør. Hetta er eitt vet lægri enn í 2014, hóast talið av konufólki í burðarførum aldri er vaksið við yvir 1.000 í hesum tíðarskeiðnum.

Hagstova Føroya hevur roknað út, at fyrst í hesi øldini átti hvør kvinna í burðarførum aldri í Føroyum í miðal 2,5 barn. Men seinastu fýra árini er hetta talið minkað so við og við. Í 2019 átti hvør kvinna 2,4 barn í miðal, í 2020 og 2021 átti hvør kvinna 2,3 barn í miðal, men í fjør er hetta talið minkað niður til 2,05 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

Hagstovan roknar kvinnur í burðarførum aldri frá 15 til 49 ár.

Eiga enn mest í Evropa
Hóast føroyski føðitíttleikin hevur verið fallandi tey síðstu árini, so er hann enn tann hægsti í Evropa, sambært tølum hjá evropeiska hagtalsstovninum Eurostat.

Næst Føroyum eru lond sum Georgia og Turkaland. Danmark er á 12. plássi við 1,72. Í Íslandi hevur verið sera stórt fall, so føðitíttleikin har er tann lægsti nakrantíð, á 21. plássi við 1,59. Lægsti føðitíttleiki er á Malta og í Ukraina við ávikavíst 1,13 og 1,14.