Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ADHD-heilivágur og koyring

Tekur tú ADHD-heilivág eftir tilvísingini frá læknanum, er ikki orsøk at óttast fyri koyrikortinum, sigur løgreglan

Løgreglan skrivar á heimasíðu sínari, at tað er ikki orsøk at óttast fyri koyrikortinum, um tú tekur ADHD-heilivág við tilvísing frá lækna.

Tað er í samband við eitt innslag í Góðan morgun Føroyum, mikumorgunin tann 10. mai, um ung og rúskoyring, at ivamál hevur stungið seg upp millum fólk, hvørt tey, ið hava ADHD, kunnu missa koyrikortið, um tey taka ADHD-heilivág og koyra bil.

Føroya Politi vil við hesum nágreina, at tað gera tey í útgangsstøðinum ikki.

– Eitt fólk, sum tekur ADHD-heilivág, sambært læknaávising, kann sostatt í útgangsstøðinum koyra og missir ikki koyrikortið, um viðkomandi verður steðgaður av politinum, skrivar løgreglan á heimasíðu sínari.