Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Akademistjórin í KÍ heldur framm

Akademistjórin í KÍ, Jonas N. Nielsen hevur skrivað undir ein nýggjan 3 ára sáttmála.

Í tíðindarskrivið skrivar KÍ soleiðis:

Vit fegnast um at kunngera at okkara dugnaligi akademistjóri hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ. 

Jonas N. Nielsen kom til felagið tíðliga í fjørð, og hevur hann síðani tá staðið á odda fyri akademinum hjá KÍ. Jonas hevur verið við til at ment ungdómsfótbóltin og trivnaðin í felagnum og tað eru vit sjálvandi sera fegin um og takksom fyri. 

Í gjár undirskrivaði Jonas N. Nielsen ein 3-ára sáttmála við felagið. 

“Vit fegnast um alt arbeiði, ið Jonas hevur lagt í felagið higartil og gleðast yvir at arbeiði heldur fram.” sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. 

Jonas N. Nielsen, akademistjóri og Tummas Lervig, formaður í KÍ

Jonas N. Nielsen hevur verið í starvinum síðani februar í 2022. Áðrenn hann kom til Føroya, var hann í felagnum Slagelse Boldklub & Idrætsforening.