Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danskur sigurskappi tryggjaði Scudetto

Tann 12. mai 1985 vann Hellas Verona fyrsta og higartil einasta meistaraheitið í Serie A við einum javnleiki ímóti Atalanta.

Verona, sum varð stovnað í 1903, fór uppí nýbyrjaðu Serie B í 1929 og tað tók teimum útivið 30 ár at røkka bestu deildini fyrstu ferð, tá liðið flutti upp í Serie A í 1957. Stokkut var stundin, tí liðið flutti niður aftur í næstbestu deildina í 1958. Frá 1968 hoyrdi felagið mestsum allatíðina til bestu deildina, men bardist sjáldan um nakað steyp ella heiðursmerki.

Fyrst í 1980-árunum vóru tekin um batar, tá liðið endaði sum tveyari í Coppa Italia bæði í 1983 og 1984 (umframt 1976) og eitt 4. pláss í landskappingini í 1984, sum tá var besta úrslitið í Serie A.

Tað broyttist kappingarárið 1984-85. Við álopsparinum Preben Eljkær og Guiseppe Galderisi á odda, og týsku drívmegini Hans-Peter Briegel á miðvøllinum, endaði Verona ovast á stigatalvuni. Tann 12. mai førdi Verona fýra stig framman fyri Torino og bæði liðini høvdu tveir dystir eftir at spæla. Tá taldi ein sigur bert tvey stig, tískil vantaði Verona bert ein javnleik ímóti miðliðnum Atalanta fyri at tryggja Scudetto. Atalanta gav kortini góða mótstøðu og legði seg á odda í 16. minutti, tá verjuleikarin Eugenio Perico skallaði ein innlegg í málið. Verona lat seg kortini ikki órógva, men helt á við at leypa á og fekk eisini lønina, tá danski landsliðsáleyparin, Preben Elkjær, í 51. minutti skoraði við einum stórslignum fluktara. Málið hjá Elkjær fekk avgerandi týdning, tí javnleikurin tryggjaði Hellas Verona meistaraheitið í Serie A.