Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eurovision-serfrøðingur: – Ótrúliga harmiligt

Danskur tónleikaserfrøðingur heldur, at “Breaking My Heart” hjá Reiley var tann besti danski sangurin at senda til Eurovision í Liverpool í ár

Tíverri fingu veddingarfyritøkurnar rætt – Reiley er úti av Eurovison.

Danir iðra seg, at tað nú er triðja árið á rað, at ein danskur vinnarasangur í Dansk Melodi Grand Prix ikki vinnur sær víðari luttøku til eina Eurovision-finalu. Seinast Danmark var í einari finalu var í 2019.

– Tað er ótrúliga harmiligt, sigur Morten Madsen í samrøðu við Ekstra Blaðið.

Morten er Eurovison-serfrøðingur, sum saman við vinmanninum Carsten Helmig standa aftanfyri miðilin Eurosong.dk. Teir byrjaðu miðilin afturi í 2002 fyri at fagna evropeiska friðarætlanini, Eurovision Song Contest.

– Tað hevði verið stuttligari at vera við leygarkvøldið eisini, sigur hann og kemur við sínari meting, hví Reiley ikki eydnaðist at vinna sær víðari luttøku í Eurovision-tónleikakappingini.

– Vit løgdu fyri í kappingini, so hyggjarin hevur gloymt okkum, tá atkvøðast skal, men hetta er kanska ein undanførsla. Hevur ein tann rætta sangin, so fer mann víðari. Har vóru lond, sum vóru meira tilvitað og sterkari enn vit, sigur Morten Madsen.

Hóast Reiley ikki slapp víðari til finaluna, so heldur serfrøðingurin, at tað var tann rætti vinnarasangurin, sum slapp víðari úr donsku kappingini.

– Eg haldi faktiskt, at “Breaking My Heart” er ein góður poppsangur, og eg havi stuðlað hesum sanginum alla vegin. Hetta var tann besti sangurin í danska Grand Prixnum, sigur Morten.

Donsku miðlarnir fingu eisini orð á Rana Petersen í Liverpool, eftir at tað var vorðið greitt, at havnamaðurin ikki verður við í finaluni leygarkvøldið. Hann iðraði seg um, at hann gjørdist ov stuttur, men fer nú heldur at hugsavna seg um nýggju útgávuna hjá sær.

Les eisini...  90’ini umaftur í Høllini á Hálsi 9. mars

– Eg havi eina nyggja single á veg, so nú fari eg at fokusera upp á tað, segði Rani við danskar miðlar eftir seinnu hálvfinaluna í kvøld.

26 lond fara at kappast um vinna Eurovision leygarkvøldið. Undan finaluni er greitt, at Finnland (Käärijä – “Cha Cha Cha”) og Svøríki (Loreen – “Tatto”) eru favorittar at vinna tónleikakappingina.

Loreen hevur vunnið Eurovision einaferð áður. Tað var í 2012 við sanginum “Euphoria”, sum av mongum verður mettur sum ein tann besti Eurovision-sangurin gjøgnum tíðirnar.

Loreen – “Tatto” kann hoyrast her:

Vinnarasangurin hjá Loreen í 2012 – “Euphoria” kann hoyrast her: