Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanus og Rói eru gestir í Fótbóltsskýlinum á FM1 í dag kl. 16.05

Í Fótbóltsskýlinum í dag fara vit at viðgera dystirnar, sum vóru týsdagin í kappingini um Løgmanssteypið. Samstundis hyggja vit fram móti dystunum í Betri Deildini, ið verða leiktir um vikuskiftið.

Lurtararnir eru vælkomnir at senda sms á 559999 við spurningum og viðmerkingum.

Gestirnir í dag eru Hanus Thorleifsson og Rói Olsen. Vertur verður Petur Jákup Heinesen og tøkningur Heri Simonsen.