Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

India hevur tíggjufaldað innflutningin av russiskari olju

Seinasta árið hevur India innflutt tíggju ferðir so nógva olju úr Russlandi, enn árið fyri

Innflutningurin av russiskari olju til India bleiv tíggjufaldaður síðsta ár.

Í 2021 var innflutningurin av russiskari olju til India tvey prosent av samlaða oljuinnflutninginum, men í fjør var hetta talið næstan 20 prosent.

Tað skrivar BBC, sum vísir til eina frágreiðing frá Bank of India.

Russland hevur seinastu tíðina selt olju og aðrar rávørur við avsláttri til lond sum India og Kina, nú sølan til eitt nú Evropa er minkað. India, ið hevur triðstørsta búskap í Asia – og er samstundis triðstørsti innflytari av olju í øllum heiminum – spardi fimm milliardir dollars við at innflyta olju úr Russlandi, sambært BBC.

India hevur allatíðina víst burtur at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, og hevur heldur ikki fordømt russisku innrásina í Ukraina.

BBC skrivar, at India verjir sín oljuinnflutning úr Russlandi við at siga, at sum land, so er India tengt av at innflyta orku – og við milliónum av fólki, sum livir í fátækradømi, so er landið ikki ført fyri at gjalda ein hægri prís fyri at innflyta eitt nú olju.