Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vit hátíðarhalda Home & Away sending nr. 100

Home & Away er ensk sending, sum hevur verið á FM1 síðani 2015.

Tað er Stella Zachariassen, sum er vertur og upphavskvinnan til sendingarnar. Stella sjálv kom til Føroyar av Sri Lanka í 1990 og er so integrerað so mikið nógv at hon sær seg sjálva meira, sum ein føroying enn ein srilankanara.

Grundin til at Stella fór í gongd við sending á táverandi Rás2 var at hon helt at nú so nógvir útlendingar fluttu til Føroyar, so hevði tað verið gott við einari sending, sum kundi geva íblástur til hesi um hvussu ein betri kundi integrerast í føroyska samfelagið, og hvør betri at spyrja enn tey, sum longu høvdu verið ígjøgnum hesa tilgongd.

Í byrjanini gjørdi hon røðir við 8 pørtum, men í 2020 byrjaði hon so at hava meira regluligar sendingar hvørja viku, tó við steðgi inn í millum.

Gestirnir, hon hevur havt, eru úr ymiskum londum og eru tað omanfyri 80 gestir, sum hava verið í sendingunum. Í onkrum førum hevur hon havt annað ættarlið, t.v.s. har annað av foreldrunum eru tilflytarir. Eisini hava kendir føroyingar verið á gátt og tosað um sítt lív her í Føroyum. Onkur av hesum persónunum tosaði so føroyskt, meðan Stella spurdi tey á enskum.

At náa 100 sendingar er eitt satt avrik sigur Stella og í hesum sambandi vil hon saman við FM1 bjóða gestum á gátt mánadagin 15. mai frá kl. 13-15 har møguleiki verður at heilsa uppá vertin og onkran gest, sum hevur verið í sending áður. M.a. kemur Jens Marni Hansen á gátt og fer hann at greiða frá tí verkætlan, sum hann er partur av. Eisini fer hann at syngja live á FM1.

Les eisini...  Home & Away nr. 86. Úr hita til kulda og kava, sum nunna.

Sjálvandi verður okkurt gott at fáa, tí FM1 bjóðar kaffi/té og lagkøku frá Mylnuni.

Til síðst sigur Stella at øll eru hjartaliga vælkomin inn á Krosslíð 2/Grønlandsveg 38 til eitt hugnaligt prát.