Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

3 pluss 4 sama sum 5

Tann 13. mai 1960 vann Real Madrid Europa Cup fyri meistaralið (Champions League) fyri fimtu ferð á rað, tá teir vunnu 7-3 á Eintracht Frankfurt framman fyri 135.000 áskoðarum á Hampden Park í Glasgow.

Real Madrid kveistraði alla mótstøðu til viks á veg í finaluna, tá liðið vann stórsigrar ímóti Jeunesse Esch úr Luxembourg (12-2 samanlagt), Nice úr Fraklandi (6-3) og kappingarneytunum úr La Liga, Barcelona (6-2), hóast teir Hvítu taptu fyrsta dystin 2-3 ímóti Nice á Stade du Ray, áðrenn teir vunnu 4-0 í seinna dystinum á Bernabéu.

Eintracht Frankfurt byrjaði við at varpað sveisiska liðið, Young Boys (5-2 samanlagt), úr kappingini, men hevði trupulleikar við eysturríkska liðið, Weiner Sportclub (3-2), áðrenn liðið vant burtur úr Glasgow Rangers (12-4) í tveimum dystum.

Í finaluni legði Eintracht Frankfurt seg á odda við einum máli frá áleyparanum Richard Kress í 18. minutti. Síðani foldaði álopsspælið hjá Real Madrid seg út, tá argentinski stjørnuleikarin, Alfredo di Stéfano, skeyt eitt hattrikk (27′, 30′ 73′) og ungarski stjørnuleikarin, Ferenc Puskás, skoraði fýra mál (46′, 56′, 60′, 71′). Áleyparin hjá Eintracht Frankfurt, Erwin Stein, skoraði eisini tvey mál (72′, 75′), men tá var luftin farin úr dystinum og Eintracht Frankfurt kundi bert pynta um úrslitið.

Real Madrid hevði vunnið finaluna fyri fimtu ferð á rað (1956, 57, 58, 59 og 60) og hóast talan var mestsum um einvegis ferðslu í finaluni, so verður dysturin taldur millum tær allarbestu finalurnar í fótbóltssøguni.