Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Djóni G. Joensen H71: Vit vildu møta VÍF við nógvum fysikki

Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann siga frá dystarendanum av 3. FM-finaluni í Burn mansdeildini í høllini í Vestmanna VÍF-H71 28-31 (7-14), og hoyr samrøðurnar Ásbjørn N. Nattestad gjørdi við venjaran hjá H71, Djóna G. Joensen og við Jóhannes Bjørgvin hjá VÍF.

Djóni greiddi frá, at ætlanin hjá H71 var at møta VÍF við nógvum fysikki, og tað eydnaðist serliga væl í fyrra hálvleiki, um enn minni væl í seinna hálvleiki, so bar tað heim. H71 hevur nú møguleikan at vinna FM-heitið á heimavølli komandi mikukvøld klokkan 19.30. FM1 sigur sjálvandi frá tí dystinum.

Jóhannes Bjørgvin staðfestir eitt sera vánaligt avrik hjá VÍF í seinna hálvleiki, har teir vóru aftanfyri 7-14. Avrikið í seinna hálvleiki gevur tó vónir um, at VÍF kann venda gongdini og fáa 5. FM-finaluna leikta á heimavølli á Bátastevnuni í Vestmanna, leygarkvøldið 20. mai.