Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leyvurnar leggja seg á odda í donsku Superliga

Í Vestegnen á Brøndby Stadion, var grannuppgerð millum Brøndby og FC København.

Bæði liðini eru í meistarabólkinum, men fyri FCK var hettar ein serliga týdningarmikil dystur, tá ið teir eru í beinleiðis kapping við FC Nordsjælland um tað danska meistaraheitið.

Ein dreymabyrjan eftir 17 minuttum hjá leyvinum úr FCK, tá ið teir løgdu seg á odda við málið frá Viktor Claesson. Hendan støðan helt eisini til hálvleiks.

Eitt sjokk var á Brøndby Stadion, tá ið Mathias Kvistgaarden bleiv feldur og dómarin Mikkel Redder peikaði á plettin. Áleyparin Ohi Omoijuanfo bleiv settur at skjóta og javnaði fyri Brøndby.

Heimaliðið pressaði á, men tað var FC København ið vóru neyvari. Seint í øðrum hálvleikið fekk innskifti Jordan Larsson eitt innlegg úr vinstru siðu og við einum púra opnum málið kundi leggja FCK á odda.

Tá ið 10 minuttir vóru eftir at leika, var dramatikkur í Vestegnen. Tá ið Daniel Wass við einari eirindaleysari takling, legði Elias Jelert niður. Dómarin var ikki í iva og sendi Daniel Wass av vøllinum.

6 minuttir fyri leiklok setti Christian Sørensen punktum fyri dystin, tá ið hann eftir einum innlegg úr høgru síðu setti høvdið á og legði bóltin trygt frammvið málverjan Mads Hermansen.

Dysturin endaði 3-1 til FCK, sum aftur leggja seg á odda í donsku Superliga.

Støðan er hendan í meistarabólkinum, nú 3 dystir eru eftir at leika fyri FCK:

PlássFelagDystir spældirMálmunurStig
1.FC København292452
2.FC Nordsjælland281750
3.AGF281046
4.Viborg28846
5.Randers28-140
6.Brøndby IF29-839

Klokkan fimm dystast AGF og FC Nordsjælland í Aarhus.