Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Odmar: Vit vinna dystin við einum góðum avriki í seinna hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá 1-0 sigursmálinum hjá KÍ móti HB í oddadystinum í Gundadali. Hoyr Heðin taka samanum ein uppibornan KÍ-sigur, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Odmar Færø hjá KÍ og Viljorm Davidsen hjá HB.

Odmar heldur, at tað serliga er góða avrikið hjá KÍ í seinna hálvleiki, ið vinnur teimum dystin. Viljormur er ikki fallin í fátt hóast HB er sjey stig aftanfyri KÍ. Hann minnir á, at liðini møtast tvær ferðir aftur í landskappingini, og ein niðurtúrur hjá KÍ kann koma.