Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður á toppfund í Evropeiska ráðnum

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vera virkin á øllum pallum, har trygdarpolitiska kósin komandi árini verður stungin út í kortið, sigur løgmaður, sum komandi tveir dagarnar er á toppfundi í Reykjavík um innrásina í Ukraina

Í morgin og mikudagin luttekur Aksel V. Johannesen, løgmaður, á toppfundi hjá Evropeiska ráðnum, sum verður hildin í Íslandi. Ovast á dagsskránni er russiska innrásin í Ukraina. Saman við stjórnarleiðararum úr øllum Evropa fer løgmaður at taka lut í ymiskum orðaskiftum í Reykjavík.

Løgmaður heldur, at tørvurin á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki er stórur. Hann væntar eisini, at júst trygdar- og verjumál fara at standa ovarlaga í politiska orðaskiftinum í Føroyum frameftir.

-Longu áðrenn russisku innrásina í Ukraina var trygdarpolitikkur aftur eitt evni, sum setti sín dám á politiska orðaskiftið í Føroyum, og hetta hevur bara tikið dik á seg seinasta árið. Eg vænti, at trygdarpolitikkur fer at fylla nógv í føroyskum politikki komandi árini, sigur løgmaður.

Hetta er bara fjórðu ferð í 74 ára gomlu søguni hjá Evropeiska ráðnum, at stjórnarleiðararnir í limalondunum hittast. Á fundinum í Reykjavík verða í alt 900 útlendsk umboð fyri tær ymisku stjórnirnar og millum 300 til 500 miðlafólk.