Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matpakki til børn í Hoyvík

Nú fer at bera til hjá børnum í Hoyvík at bíleggja sær matpakka, ið verður borin út á skúlan

Nú verður møguligt hjá børnum í Hoyvík at bíleggja sær matpakkan frá Mál og fáa hann bornan út til skúlan.

Tað er Mál Hoyvík, har Christianna Joensen er stjóri, ið veitir heilsugóðan mat til bæði børn í vaksin.

Sum liður í framtíðarætlanunum um at útbyggja virkseminum, so fer Mál nú eisini at veita sína tænastu til skúlar – í fyrstu atløgu matpakkar til skúlarnar í Hoyvík.

– Seinni er ætlanin eisini at veita hesa tænastu til aðrar skúlar í landinum, sigur Christianna Joensen, eigari og stovnari av fyritøkuni, í tíðindaskrivi.

Mál hevur veitt hesa tænastu í hálvtannað ár, og sigast má at tað hevur gingist sera væl, síðan hon læt upp.

– Vit lótu upp undir korona, byrjaðu við einum lítlum kølidiski, til nú at hava eitt stórt framleiðslurúm. Okkara endamál tá var at geva fólki møguleikan at fáa fatur á sunnum kosti klokkan sjey um morgunin, sum ein kundi taka við til arbeiðis ella geva barninum, sum matpakka. Ein stórur partur av virkseminum í dag, er matur út av húsinum. Tó er tað enn møguligt at støkka inn í hugnaliga handilin á Karlamagnusarbreyt, sigur Christianna í tíðindaskrivinum.

Til ber at fara inn á www.mal.fo at bíleggja og gjalda fyri matpakkan. Síðan kann barnið heinta sín matpakka á skúlanum, tá matarsteðgur er. Navn og flokkur kemur at standa á matpakkanum til einstaka barnið, sigur felagið.

Matskráin sæst á heimasíðuni www.mal.fo. Um bílagt verður áðrenn klokkan 08, er møguligt at fáa matpakkan sama dag.