Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sølan til New York byrjar 17. mai

Tekniskar trupulleikar við bíleggingarskipanini í dag hevur havt við sær, at Atlantic Airways útsetir sølu av flogferðum til New York til mikudagin, 17. mai

Okkurt hevur verið galið við bíleggingarskipanini hjá Atlantic Airways í dag, og tey, ið hava ætlað at keypa sær ferðaseðil til New York hava verið noydd at brynja seg við toli.

– Vit høvdu glett okkum til at seta ferðaseðlarnar til New York til sølu í dag, mánadagin 15. mai, men tíverri hava vit rent okkum í tekniskar trupulleikar við bíleggingarskipanini, sum hevur við sær, at vit noyðast at útseta søluna, skrivar Atlantsflog á sínum Facebook-vanga.

Sølan byrjar tí mikudagin 17. mai 2023 klokkan 13.

Atlantic Airways flýgur til New York í tíðarskeiðnum millum 22. august til 4. oktober í ár.