Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað riggar ikki at keypa ferðaseðil til New York

Okkurt hevur verið galið við bíleggingarskipanini hjá Atlantic Airways í dag, og øll tey, ið ætlaðu at keypa sær ferðaseðil til New York hava verið noydd at brynja seg við toli

Trýstið á telefonirnar hjá Atlantic Airways hevur verið øgiligt seinnapartin í dag.

Orsøkin er, at Atlantic Airways eftir ætlan skuldi lata upp fyri bíleggingum til ferðaseðlar til New York nú seinnapartin.

Men hetta hevur ikki eydnast, og tí eru mong, ið hava ringt til Atlantsflog fyri at vita, hvat er áfatt, og nær væntað verður, at ferðaseðlarnir fáast til taks.

Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sigur við midlar.fo, at okkurt knas hevur verið við bíleggingarskipanini, sum hevur gjørt, at ferðaseðlarnir framvegis ikki eru tøkir á heimasíðuni.

Atlantic Airways er í samskifti við KT-veitaran, og boðini frá Árna Olsen eru, at tey vóna, at trupulleikin við bíleggingarskipanini verður loystur í dag.

Atlantic Airways flýgir til New York millum 22. august og 4. oktober í ár.