Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Yvirgangur móti sjókaðalum kann ikki leggja bankakervið lamið

Føroyar fara at hava samband út í heim, sjálvt um sjóvegis kaðalsambandið hevði slitnað, eitt nú av yvirgangi. Vit hava framvegis fylgisveinasamband, staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Tað hevði havt sera avmarkaðar avleiðingar fyri peningaflytingar og handil við gjaldskortum, skuldu sjóvegis kaðalsambondini í útheim slitnað.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í svari til fyrispurning frá Erlingi Eidesgaard, tingmanni fyri Tjóðveldi.

Erling Eidesgaard vildi vita, hvørjar avleiðingarnar fyri bankarnar, peningaflytingar og handil við gjaldskortum høvdu verið, um kaðalsambond út í heim slitnaðu, eitt nú sum avleiðing av yvirgangsvirksemi.

Høgni Hoydal vísir í svarinum á, at um sjóvegis kaðalsambandið er burtur, hava vit í Føroyum bert fylgisveinasambandið at dúva uppá. 

Men hóast peningaflytingar hava sera stóran samfelagsligan týdning, fylla dáturnar í hesum sambandi lutfalsliga lítið og eru bert ein lítil partur av dátustreyminum, ið fer úr og til Føroya.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at í einari kreppustøðu ber til at raðfesta dátuflutningin og eisini raðfesta millum ymisk sløg av peningaflytingum, soleiðis at týdningarmestu peningaflytingarnar fáa hægstu raðfesting. 

Neyðugt er tí at hava nóg gott fylgisveinasamband, soleiðis at tað ber til at tryggja, at mest týðandi dátur verða fluttar, hóast alt sjóvegis samband verður kvett.

Høgni Hoydal ger eisini greitt, at í løtuni ber til at flyta mest neyðugu dátur umvegis fylgisvein, men harumframt verður fylgisveinasambandið í hesum døgum gjørt enn betri, og tí er vandin fyri stórari dátuflutningskreppu lítil og minkandi.

– Landsstýrið arbeiðir nágreiniliga við at styrkja nettrygdina og at gera skipanir fyri at styrkja tilbúgving og skipanir, ið kunnu tryggja netsamskiftið hjá føroyingum bæði innanhýsis og í sambandinum út í heim, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.