Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale vilja framhaldandi tosa danskt í Fólkatinginum

Báðir føroysku tinglimirnir í Fólkatinginum halda ikki, at vit skulu fara at tosa føroyskt í Fólkatinginum

Báðir føroysku fólkatinglimirnir, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, halda, at vit skulu halda fram at tosa á donskum í Fólkatinginum.

Hetta sigur Ritzau á middegi.

Eftir at Aki-Mathilda Høegh-Dam herfyri nýtti høvið svara spurningum í Fólkatinginum á grønlendskum fyri at gera vart við, at ikki allir grønlendingar duga danskt, hevur eitt orðaskifti um mál og málbrúk í Fólkatinginum stungið seg.

Men stendur tað upp til føroysku fólkatinglimirnar, skal málið á Fólkatingi altso framhaldandi vera danskt.

-Vit eru í danska fólkatinginum. Vit tosa danskt, tí vit skilja hvønn annan á donskum. Tað er tað málið, vit kunnu samskifta á, sigur Anna Falkenberg.

Og nakað tað sama heldur Sjúrður Skaale.

-Eg hevði einki havt ímóti at tosa føroyskt. Men vit tosa jú føroyskt í føroyska tinginum, og rokni Fólkatingið fyri at vera tingið í Danmark – ikki í ríkisfelagsskapinum, sigur Sjúrður Skaale.