Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annika spyr nær tað fer at bera til at tosa føroyskt í rættinum

Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spyr landsstýrismannin við lógarmálum, nær føroyskt verður at roknað sum formligt mál í Føroya rætti. – Í dag kemur meira enn so fyri, at borgarar mugu tosa danskt í Føroya rætti, tí dómarin ella ákærin ikki skilja føroyskt. Hetta er ikki nøktandi, og als ikki nøktandi fyri rættartrygdina hjá okkara borgarum, heldur løgtingskvinnan

Tað stóðst mikið kjak burturúr tí, tá ið grønlendski fólkatingslimurin fyri Siimut, Aki-Mathilda Høeg Dam, tók orðið á grønlendskum í Fólkatinginum.

Men Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at støðan í Føroyum er framvegis tann, at føroyingar eru noyddir at tosa á donskum i Føroya rætti, og hartil er alt skrivligt tilfar á donskum.

– Hetta er, hóast tað stendur púra greitt, at føroyskt er formligt mál i Føroya rætti. Hetta er ikki nøktandi, og als ikki nøktandi fyri rættartrygdina hjá okkara borgarum, skrivar Annika Olsen á sínum politiska Facebook-vanga í samband við, at hon hevur sett landsstýrismanninum i lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, ein skrivligan fyrispurning i dag.

Spurningarnir eru hesir:

1. Er arbeiðið byrjað við at fáa føroyskt sum formligt rættarmál í Føroya Rætti?

2. Um ja, nær verður hetta arbeiðið liðugt?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurning skrivar Annika millum annað soleiðis:

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 2022 stendur, at virkað verður fyri, at føroyskt verður formligt rættarmál í Føroya Rætti.

Í dag eru rættarskipanin og løgreglan felagsmál. Dómsvald og løgregla eru sera týdningarmiklir stovnar fyri eitt hvørt samfelag. Sum ein liður í, at vit arbeiða fram ímóti at fáa rættarskipanina á føroyskar hendur, er ein fyrsta treyt, at tað verður tosað føroyskt í Føroya Rætti, og at føroyskt er formligt mál í Føroya Rætti.

Í dag kemur meira enn so fyri, at borgarar mugu tosa danskt í Føroya rætti, tí dómarin ella ákærin ikki skilja føroyskt. Tað eru støður, har ein føroyingur skal greiða frá truplum, eymum og syrgiligum viðurskiftum á donskum. Tað kann til dømis vera at greiða frá einari neyðtøku ella øðrum traumatiserandi hendingum, meðan tú samstundis skalt hugsa um, hvussu tú orðar teg á einum øðrum máli enn tínum egna móðurmáli í Føroyum. Hetta kann ganga rættartrygdini hjá okkara borgarum ov nær.

Í rættargangslógini stendur púra greitt, at føroyskt er rættarmál í Føroya Rætti, men hóast hetta er er øll kunning og skrivligt samskifti frá ríkismyndugleikunum á donskum.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum”, stendur at lesa í grein 52-fyrispurninginum til landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, sum nú hevur tíggju yrkadagar at svara fyrispurninginum.