Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn ein kavbátur í Nólsoyarfirði

Aftur í dag er ein amerikanskur kavbátur í Nólsoyarfirði í sambandi við manningarskifti

Fyri aðru ferð innan eina viku kemur ein amerikanskur kavbátur í dag á Nólsoyarfjørð.

Hesaferð er talan um USS New Mexico, sum er ein kjarnorkurikin kavbátur, sum í dag kemur á Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.

9. Mei var USS San Juan í Nólsoyarfirði í somu ørindum, og USS San Juan er eisini ein kjarnorkurikin kavbátur. 

Harumframt hevði USS San Juan eisini tikið lut í Dynamic Mongoose NATO-venjingini, ið eisini var við Føroyar herfyri.

Báðir kavbátarnir hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.