Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innflutningurin vaksin við 2,6 milliardum

Undanfarna 12-mánaðaskeið innfluttu vit fyri 2,6 milliardir krónur meira enn skeiðið frammanundan. Telja vit ikki flogfør ella skip við, er talan um ein vøkstur á 1,6 milliardir

Innflutningurin í 12-mánaðaskeiðnum frá apríl í 2022 til mars í 2023 var 12,7 milliardir krónur, og tað er 2,6 milliardir krónur, ella 26,4 prosent,  meira enn skeiðið frammanundan.

Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Hagstovuni.

Um vit hyggja eftir innflutninginum uttan skip ella flogfør, er munurin 1,6 milliardir krónur, sum er ein prosentvís broyting upp á 16,8 prosent.


(Greinin heldur fram undir grafinum)

Hagstovan vísir kortini á, at um samanborið verður við tíðarskeiðið frá mars 2022 við februar 2023, er innflutningurin minkaður við 164 milliónir krónur, og at tað sostatt sær út til, at stóri vøksturin í innflutninginum seinasta árið er við at steðga upp.

Sambært Hagstovuni er innflutningurin av brennievni vaksin 855 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Innflutingurin til “hav- og landbúnað” er vaksin 293 milliónir krónur, ella 46 prosent, og fyri tað mesta er hetta fyri alifóður.

Hækkingin í innflutninginum til “aðra framleiðslu” stavar lutvís frá vaksandi innflutningi av heilivági.