Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrismaðurin: – Skuldi verið óneyðugt við klædnareglum í fólkaskúlanum

Skúlin hevur heimild at seta í verk átøk, um umstøður ávirka næmingar, flokk og undirvísing. Men sum útgangsstøði skuldi ikki verið neyðugt við klædnareglum, heldur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum

-Sum grundregla skuldi tað ikki verið neyðugt hjá skúlanum at orða niðurskrivaðar reglur um, hvørji klæðir næmingarnir lata seg í.

Soleiðis sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, nú hann fekk fyrispurning frá Liljuni Weihe, tingkvinnu, um hetta sama, eftir at Vestmanna skúli herfyri setti í gildi klædnareglur fyri skúlan.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann metir ikki, at tað ber til at siga, at eitt ávíst plagg er órógvandi fyri undirvísingina í fólkaskúlanum, men at tað kann hava týdning, hvussu vit eru klødd.

-Best er, at bæði gentur og dreingir í lagaligum og mennandi samskifti í skúlanum verða gjørd tilvitað um, hvat er hóskandi klæðnaval. Foreldur eru eisini partur í hesum, sigur landsstýrismaðurin.

Landsstýrismaðurin ger eisini greitt, at tað sambært fólkaskúlalógini er skúlastýrið, ið ásetir meginreglurnar um virksemi skúlans, men at skúlastjórin kann taka stig til at seta átøk í verk, um tað møguliga eru umstøður, ið kunnu órógva undirvísingina. Og tað er eisini skúlastjórin, ið hevur eftirlit við, at teir næmingar, sum eru innskrivaðir í fólkaskúlan, fylgja nóg væl við í undirvísingini.

Les eisini...  Nevndarlimur í Føroya Lærarafelag: Átti ikki at verið neyðugt við klædnareglum

Umframt at vilja vita, hvørt landsstýrismaðurin tók undir við avgerðini hjá skúlastjóranum í Vestmanna, og hvørt gentur og kvinnur sjálvar hava ábyrgdina av, hvussu onnur fólk reagera upp á teirra klæðir, vildi Liljan Weihe eisini vita, hvør skal gera av, hvussu stuttur ein niðurdeilur kann vera, ella hvussu niðurringa ein blusa kann vera, um so er at tílíkar klædnareglur verða settar í gildi.

Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at tað grundleggjandi eru børnini sjálvi og teirra foreldur, ið avgera hetta, men at um ein næmingur ikki er hóskandi ílatin, so er hetta nakað, sum skal takast upp í munnligum samskifti við foreldur og næming.

Les eisini...  Klædnareglur í fólkaskúlanum til politiska viðgerð

Landsstýrismaðurin staðfestir eisini, at skúlin hevur heimild til at seta tiltøk í verk, tá skúlin gerst varugur við umstøður, sum kunnu órógva næmingar, flokk og undirvísing.

-Í fólkaskúlanum, eins og í øðrum arbeiðsplássum og undirvísingarstovnum  kring  landið,  finnast  tað  í samsvarivið  siðvenju  nakrir  vanligir  normar  fyri klædnabrúk, og hesir normar liggja ofta til grund fyri óskrivaðar reglar um, hvørji klæðir eru hóskandi til  skúlabrúks, sigur landsstýrismaðurin, sum kortini ikki heldur, at tað sum grundregla skuldi verið neyðugt at gjørt niðurskrivaðar reglur í hesum sambandi.

-Um lærarar og skúlans leiðsla tó meta, at avbjóðingin gerst ov stór við óhóskandi klæðum, sum hava neiliga ávirkan á læruumstøður, so er tað altíð skilabest fyrst  og  fremst  at  taka  hetta  upp  í  tøttum  samskifti  við  einstaka  næmingin og  foreldrini.