Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsins umboðsmaður fekk 91 klagur í fjør

Løgtingsins umboðsmaður hevur almannakunngjørt ársfrágreiðingina frá í fjør. Tilsamans fekk Løgtingsins umboðsmaður 91 klagur í 2022

Løgtingsins umboðsmaður hevur í latið løgtinginum ásrfrágreiðing fyri árið 2022.

Løgtingsins umboðsmaður skal á hvørjum ári almannakunngera ársfrágreiðing innan 1. Juli.

Løgtingsins umboðsmaður fekk í 2022 91 klagur. 

Av teimum vórðu 75 endaliga avgreiddar innan 31. Desember, umframt at fýra klagur frá undanfarnu árum eisini vórðu avgreiddar. Harumframt hevur Løgtingsins umboðsmaður eisini tikið upp nøkur mál av sínum eintingum.

Um hugt verður eftir, hvør myndugleiki verður klagaður, er greitt, at tað eru kommunurnar, ið hava fingið flestar klagur í 2022. Har vóru skrásettar 19 klagur hjá Løgtingsins umboðsmanni. Síðani hevur Almannaverkið fingið 10 klagur, og Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur fingið átta klagur. Restin av klagunum er rættiliga javnt býttar millum ymsu myndugleikarnar.

Um síðani verður hugt eftir, hvat málsøkið, sum klagurnar hoyra til, sæst, at Almanna-, familju- og heilsumál eiga flestu klagurnar. Har eru skrásettar 19 klagur.

Næstflestar klagur eru í málsøkinum Børn ogung, har 16 klagur eru skrásettar.

Tað er eisini greitt, at flestu klagurnar til Løgtingsins umboðsmann snúðu seg um avgerðir, meðan næstflestu klagurnar snúðu seg um vantandi svar frá myndugleikunum.

Av innkomnu klagunum vóru 25 klagur avvístar. Tríggjar teirra vórðu innkomnar ov seint, fimm teirra lógu uttan fyri heimildarøkið hjá Løgtingsins umboðsmanni, men í 17 av førunum hevði klagarin ikki troytt kærumyndugleikan.

Til ber at síggja alla ársfrágreiðingina niðanfyri.