Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ov nógv svans við almennum byggiverkætlanum

Greiðari reglur skulu fáast fyri almennar byggiverkætlanir, halda løgtingsgrannskoðararnir. Í dag viðger løgtingið eitt uppskot til samtyktar um at fáa nágreinaðar reglur fyri eftirliti í sambandi við alment byggjarí

Løgtingið skal í dag viðgera eitt uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðanini um at fáa greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.

Uppskotið kemur í kjalarvørrinum av, at landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðanini frágreiðing um nýtsluna til byggiverkætlanina at útbyggja Landssjúkrahúsið, og tað er í sambandi við atfinningarnar frá Landsgrannskoðanini, at løgtingsgrannskoðanin nú vil hava greiðari reglur um almennar byggiverkætlanir, soleiðis at byggiverkætlanir frameftir kunnu fremjast á meira skynsaman hátt.

Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini til løgtingsgrannskoðanina verður millum annað víst á, at:

  • Verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar
  • At leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir ikki eru nóg greið
  • At upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, ið ikki eru eftirfarandi
  • At upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin ikki hava hildið
  • At verætlanin er seinkað fleiri ár og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur endurskoðarar tíðarætlanir, og
  • At landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur

Løgtingsgrannskoðararnir mæla til eitt greiðari ábyrgdarbýti, har tað landsstýrisfólkið, sum fær játtanina, stendur fyri byggingini og hevur fíggjarliga og fakliga ábyrgd, soleiðis sum lóg um ábyrgd landsstýrismanna ásetir um býti á málsøkjum.

Eisini vísa løgtingsgrannskoðararnir á, at sambært frágreiðingini frá landsgrannskoðanini er tað oyðileggjandi fyri gjøgnumskygni, at viðlíkahald og nýbygging eru á somu játtan.

Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at meginamboðið í fíggjarstýringini hjá Landsverki ikki hevur verið brúkt, sum tað skal, og at Fíggjarmálaráðið í hesum sambandi ikki hevur livað upp til sína eftirlitsskyldu við Landsverki. Eiheldur hevur Landsverk stýrt verkætlanini nóg væl.

At enda halda løgtingsgrannskoðararnir eisini, at tað er alneyðugt, at frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini verur tikin í álvara, og løgtingsgrannskoðararnir krevja, at myndugleikarnir læra av hesum, soleiðis at framtíðar byggiverkætlanir verða væl fyriskipaðar og fíggjarliga væl stýrdar.