Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útflutningurin til Russlands er á sama støði aftur

Útflutningurin til Russlands er nú á sama støði, sum hann var undan russisku innrásini í Ukraina

Hóast útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør, er útflutningsvirðið nú á sama støði sum áðrenn februar í 2022.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni fyri føroyska útflutningin.

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at í mars mánaði í ár útfluttu vit fyri 230 milliónir krónur til Russlands, og hendan upphæddin var í mars í 2022 bert 75 milliónir. Í januar í 2022 útfluttu vit fyri 226 milliónir krónur til Russlands.

Hagstovan sigur, at útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti var í mars mánaði 144,9 milliónir krónur, meðan útflutningurin av ørðum fiski undantikið alifiski var 58,3 milliónir krónur.

Í vørubólkinum “aðrar vørur”, sum fyri tað mesta er søla av olju til russisk skip, varð í mars mánaði útflutt fyri 26,9 milliónur krónur, og hetta er vanligt fyri februar mánaða.

Samlaði útflutningurin vaksin 1,8 milliard

Yvirhøvur er allur útflutningur av fiskavørum hækkaður 1,8 milliardir krónur fyri 12-mánaðaskeiðið frá apríl í 2022 til mars í 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Hagstovan vísir á, at virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan samlaða nøgdin minkaði 5 prosent.

Útflutningurin av laksi vaks við 712 milliónum krónum ella 15 prosent, men nøgdin minkaði góð 11.000 tons ella 14 prosent.

Næststørsti vøkstur er “annar fiskur”. Hetta er fyri tað mesta fikamjøl og fóður tilgjørt úr ymiskum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 690 milliónir krónur – ella 48 prosent – og í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 19 prosent.

Útflutningurin av makreli vaks 152 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent. Nøgdin minkaði sjey prosent, sigur Hagstovan.