Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ákærin hevur kært dómin hjá starvsfólkinum á eftirskúlanum Brúnni

Tað var rættiliga langt millum pástsandin hjá ákæruvaldinum og dómin í Føroya rætti, tí dómarin metti, at 30-ára gamli maðurin var sekur í blúnisbroti heldur enn øðrum kynsligum sambandi enn samlegu. Ákærin hevur tí tikið avgerð um at kæra dómin fyri landsrættin

Ákæruvaldið hevur kært dómin móti 30-ára gamla starvsfólkinum á eftirskúlanum Brúnni til landsrættin.

Hetta váttar Ingi Midjord, ákæri, sum førdi málið fyri ákæruvaldið.

30-ára gamli maðurin, sum var starvsfólk á Brúnni, varð 3. Mei dømdur 20-daga treytaða fongsulsrevsing fyri kynsligt brotsverk móti einum næmingi á eftirskúlanum.

Ákæruvaldið hevði reist ákæru fyri annað kynsligt samband enn samlegu, men dómarin metti, at talan var um blúnisbrot.

Og revsingin á 20-dagar treytaða fongsulsrevsing var rættiliga langt frá tí, sum pástandurin hjá ákæruvaldinum var, sum var fongsulsrevsing ikki stytri enn fimm mánaðir.

Maðurin varð útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár, men rætturin frátók ikki manninum rættin at arbeiða við børnum og ungum, sum ákæruvaldið kravdi.