Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Atgongumerkjasølan til U21-landsdystin í Klaksvík er byrjað

Sølan av atgongumerkjum til U21-landsdystin millum Føroyar og Andorra, sum verður í Klaksvík fríggjadagin 16. juni er byrjað

Um ein mánað fer føroyska U21-landsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Hesaferð eru Føroyar í bólki saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

Fyrsti dysturin verður við Djúpumýrar í Klaksvík fríggjadagin 16. juni klokkan 18, tá Andorra kemur á vitjan. Atgongumerkjasølan til dystin er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaðurin er 95 krónur, tó er ókeypis atgongd fyri børn og ung, sum eru 15 ár ella yngri.

Kelda: Hans Erik Danielsen