Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avgreiða heitini á løgtingi og í landsstýrinum í dag

Fyribils seinasti tingfundur í hesari setuni er í dag, og málini um starvsheiti á løgtingi og í landsstýrinum verða tí endaliga avgreidd í dag

Løgtingið ger skjótt av at avgreiða málini um starvsheiti í Løgtinginum, tí í dag, bert tveir dagar eftir, at málini vórðu samtykt við aðru viðgerð, skulu tey til triðu viðgerð.

Talan er um tvey mál heldur enn bert eitt mál, tí broytingarnar skulu gerast bæði í stýrisskipanarlógini og í tingskipanini.

Lógarbroytingarnar hava við sær, at almennu heitini í lógartekstinum broytast frá at siga “løgtingsmaður”, “tingmaður”, “landsstýrismaður” og aðrar bendingar av hesum verða til “løgtingsfólk”, “tingfólk” og so framvegis.

Harumframt kann almenna starvsheitið verða tingmaður, tingkvinna, løgtingskvinna og so framvegis, alt eftir hvør situr í sessunum.

Málið um starvsheiti varð samtykt við aðru viðgerð fyrradagin við 27 atkvøðum fyri og seks atkvøðum ímóti.

Seinasti tingfundur í hesari tingsetuni er í dag. Tó liggja fleiri mál eftir enn, og tað er tí ikki óhugsandi, at løgtingið kemur saman aftur kortini.

Eftir at uppskotini verða samtykt í dag, koma broytingarnar í gildi ólavsøkudag.