Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ballaðu húkin inn í vesipappír

Húkurin í Klaksvík varð í nátt ballaður inn í vesipappír av 9. og 10. flokkunum í Klaksvík, sum hátíðarhildu seinasta skúladag

9. Og 10. Flokkarnir í Klaksvík høvdu í gjár hátíðarhildið seinasta skúladag, og hetta hevði við sær, at løgreglan mátti onkran túr norður til Klaksvíkar í nátt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at ein patrulja varð fyrst send til Klaksvíkar, tá skúlabørnini – ella skjótt-fyrrverandi skúlabørnini – høvdu ballað húkin í rundkoyringini inn í vesipappír.

Tað vóru ikki stórvegis trupulleikar av hesum, og næmingarnir tóku sjálvir vesipappírið av aftur húkinum.

Seinni mátti løgreglan aftur avstað til Klaksvíkar, tá fráboðanir komu um band, ið varð fest tvørtur um koyribreytirnar ymsastaðni.

Vakthavandi sigur, at hóast fólk hildu, at talan var um sterkt band, so var tað altso band, ið slitnaði sera lætt. Bilførararnir kunnu kortini ikki vita, um talan er um sterkt ella veikt band, og tí máttu bondini takast niður, tí hetta er til ampa fyri ferðsluna.

Eisini var løgreglan í gjár og gjørdi ferðslukanning í Eysturoy, har tað endaði við fimm málum.

Fýra av málunum snúðu seg um at koyra við fartelefon, meðan ein bilførari varð tikin fyri at koyra 70 km/t í bygdum øki.