Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroysku atgongumerkini til EM í Berlin verða skrædd burtur

Tað gongur við rúkandi ferð at selja føroysku atgongumerkini til EM-endaspælið í Berlin, og tvær sektiónir eru longu so at siga útseldar, bert 20 minuttir eftir at tær vórðu settar til sølu

Atgongumerkini til EM endaspælið í hondbólti vórðu sett til sølu nú á middegi, og eftir øllum at døma verða plássini til føroyingar skrædd burtur.

Hondbóltssambandið hevur fingið atgongumerki til setursbólkarnar 219, 218, 406, 407 og 408, ið eru í horninum í øðrum endanum.

Nú bert 20 minuttir eftir at atgongumerkini vórðu sett til sølu, eru báðir bólkarnir 218 og 219 so at siga útseldir, og bert nøkur einstøk atgongumerki eru eftir har. Hesi báðir bólkarnir eru teir bólkarnir, ið eru nærri gólvinum.

Hinir bólkarnir eru í ovaru sektiónini, har eru um helvtin seld av bólki 407 og 408. Nakað av atgongumerkjum eru eftir til bólk 406.