Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

H71 er FM vinnari

Í kvøld gjørdist greitt, at H71 er FM-vinnari í Burn Deildini í hondbólti.

Undan fjórðingsfinaluni í kvøld hevði VÍF vunnið ein dyst, meðan H71 hevði vunnið tveir dystir. Vann H71 í kvøld, so kundu teir kallað seg FM vinnarar, men vann VÍF hinvegin, so skuldi ein fimta finala spælast á Bátastevnuni í Vestmanna leygardagin.

VÍF legði fyri sum eitt ódnarveður og komu framum 6-1 heilt tíðliga í dystinum. H71 tók ”time-out” og eftir tað, so ótu teir seg inn aftur í dystin.

Liðini fylgdust, sum dysturin leið, men tá tað kom til stykkis, so var H71 stinnari og vann dystin 25-21.

Hoyr Sjúrð Hildarson Hoydal siga frá, tá H71 gerst FM vinnari. Eftir dystin fekk Ásbjørn Nattestad prát við nakrar glaðar vinnarar.

Her er løtan, tá Peter Krogh lyftir steypið, sum markerar, at H71 eru føroyameistarar.