Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú ber til at bíleggja ferðaseðlar til New York

Upprunaliga skuldi bera til at bíleggja sær ferðaseðlar til New York longu fyrradagin, men okkurt var áfatt við bíleggingarskipanini. Alt er nú komið í rætt lag, og opið er tí fyri ferðaseðlabíleggingum

Loksins ber til at keypa beinleiðis ferðaseðlar til New York úr Føroyum, og fert tú nú inn á heimasíðuna hjá Atlantic Airways, sært tú, at ferðaseðlarnir eru tøkir.

Upprunaliga var ætlanin, at ferðaseðlarnir skulu vera tøkir til keyps fyrradagin, men tá var okkurt áfatt við bíleggingarskipanini.

Tey vóru eisini nógv, ið ringdu til Atlantic Airways fyri at vita, hvussu tey skuldu bera seg at við at keypa ferðaseðil.

Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, gjørdi greitt, at arbeitt varð við at fáa loyst trupulleikan við bíleggingarskipanini, og í gjár kundi Atlantic Airways boða frá, at ferðaseðlarnir fóru at vera tøkir klokkan 13 í dag.

Atlantic Airways flýgur til New York frá 22. august til 4. oktober í ár.