Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Real Madrid knústir sundur í Manchester

Real Madrid fingu oyrini í maskinuna, tá ið teir taptu 4-0 á Etihad Stadium ímóti Manchester City.

Champions League vinnarnir í fjør Real Madrid spældu í kvøld ímóti teimum ljósabláu úr Manchester í seinnu hálvfinaluni. Fyrri dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki á Santiago Bernabeu.

Bæði liðini vóru so at siga uttan skaðar, bert Nathan Aké hjá Manchester City sat úti við skaða.

Thibaut Courtois fekk úr at gera í fyrra hálvleiki, tá ið Erling Haaland í tveimum atløgum kundi lagt City framm um. Tað sá leingi út til at málverjin fór at standa ein brand dyst, sum man eisini sá í finaluni í fjør ímóti Liverpool.

Men eftir 22 minuttum kom hol á, tá ið Kevin De Bruyne í hálvrúminum fann Bernardo Silva, sum kundi leggja City á odda.

Portugisin Bernardo Silva var ikki liðugur her, tá ið hann økti um munin til 2-0 eftir 37 minuttum. Hettar hendi tá ið Ilkay Gundogan royndi seg við einum skoti á málverjanum hjá Real Madrid, men við einari bjarging fór bólturin út aftur til Silva, sum kundi skalla bóltin í netið.

Hettar var eisini hálvleiksstøðan.

Spælið hjá Real Madrid koyrdi ikki væl í kvøld og tvær stórar broytingar vóru eisini gjørdar av Ancelotti, tá ið hann tók bæði Luka Modric og Toni Kroos út.

Seint í øðrum hálvleiki, fekk City eitt fríspark úr vinstru síðu. Kevin De Bruyne legði bóltin inn til Manuel Akanji, ið fekk høvdi á bóltin, men bólturin broytti kós við at raka Eder Militao og fór í netið.

Les eisini...  Champions League: Árni er partvíst nøgdur

Argentinski Julian Alvarez setti punkum fyri dystin, tá ið hann í yvirtíðini bleiv spældur fríur av Phil Foden og økti til 4-0.

Manchester City eru sostatt klárir til Champions League finaluna fyri aðru í søgu felagsins. Felagið var eisini í finaluna fyri tveimum árum síðani, tá ið City tapti á Chelsea.

Manchester CityHagtølReal Madrid
61Possession %39
8Skot á mál3
16Skot í alt7
2,15xG (Expected goals)1,37
90Rættar avlevering í %87
563Avleveringar361
13Taklingar15
4Klearingar12
7Horna3
0Offside0
3Gul kort2
0Reyð kort0
15Brot frammt14
Kelda – Champions League og xgscore

Venjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti segði aftaná dystin, at Manchester City høvdu væl og virðiliga uppiborið sigurin í kvøld. Tað var eisini eitt av teimum bestu liðum hann hevur møtt í hansara venjarayrkið. Men Ancelotti vísti eisini á, at hann var sera skuffaður at Real Madrid ikki vóru meira við í dystinum.

Tann 10 juni er tann stóra finalan, tá ið Manchester City og Inter Milan bresta saman í Istanbul.