Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sirið Stenberg vil gera pensionsmótrokningina smidligari

Skipanin við mótrokning í pensiónini er ikki nøktandi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum ætlar at leggja fram uppskot um broyting í lógini í heyst

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálaráðnum, fer í næstum at fyrireika eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um almannapensiónir, sum hevur til endamáls at gera mótrokningina av pensiónum meira smidliga, soleiðis at sleppast kann undan eftirrokningum.

Hesum boðar landsstýriskvinnan frá í svari til fyrispurning frá Hans Jacobi Thomsen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin.

Eftir ætlan verður uppskotið klárt at leggja fyri tingið í heyst, soleiðis at broytingin kann koma í gildi 1. Januar í 2024. Sirið Stenberg sigur tó, at fyrivarni skal takast fyri tíðarætlanini.

Sirið Stenberg vísir í svarinum á, at pensiónin hjá einstaka pensionistinum verður ásett hvønn 1. Januar og er síðani galdandi eitt álmanakkaár. Mett verður um inntøkuna hjá einum pensionisti, og so verður pensiónin ásett so neyvt sum gjørligt.

Um inntøkan broytist í árinum, kann pensiónisturin venda sær til Almannaverkið at fáa pensionina umroknaða, soleiðis at pensiónin verður rættað til beinanvegin.

Tá árið er liðið, verður pensiónin mótroknað, um tað vísir seg, at munur er á útgoldnu pensiónini og upphæddini, ið pensiónin átti at verið. Hendan mótrokningin kann bæði vera positiv og negativ – eitt útgjald ella eitt krav til einstaka pensiónistin.

Hetta merkir, at ein pensiónistur kann í ringasta føri skula rinda ein part av pensiónini aftur árið eftir, og um hann tá kanska onga inntøku hevur, kann hetta gerast ein trupulleiki fyri pensiónistin.

Hesin leisturin hevur higartil verið tann tekniskt og umsitingarliga mest hóskandi mannagongdin, sigur landsstýriskvinnan, sum heldur ikki metir, at verandi skipan er nøktandi.