Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Coventry spæla seg í play-off finaluna

Í kvøld var play-off hálvfinala ímillum Middlesbrough og Coventry í The Championship á Riverside Stadium.

Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki á Coventry Building Society Arena.

Dysturin í kvøld endaði við einum 1-0 sigri til Coventry, málið skoraði miðvallarin Gustavo Hamer, tá ið 57 minuttir vóru farnir.

Í hinari hálvfinaluni vann Luton samanlagt 3-2 á Sunderland.

Coventry hevur ikki verið í Premier League síðani 2001. So seint sum í 2017 fluttu teir eisini niður í fjór bestu deildina í Englandi. Nøkur minnast kanska, tá ið Coventry spældi ein venjingardyst ímóti HB í Gundadali í 1979.

Luton Town vóru seinast at finna í bestu deildini í Englandi í kappingarárinum 1991/92. Felagið hevur havt eina turbulenta tíð í 21. øld, tá ið teir í 2009 vóru at finna í Conference League, sum er tann fimmt besta deildin í Englandi.

Play-off finalan verður spæld á Wembley tann 27. mai.