Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool uttan Jürgen Klopp í tveir dystir

Liverpool venjarin Jürgen Klopp hevur fingið tveir dystir í ban og 75.000 pund í bót fyri viðmerkingum um dómaran, hann gjørdi aftaná dystin ímóti Tottenham tann 30. apríl.

Við miðlarnar segði hann aftaná dystin, at hann helt at dómarin Paul Tierney hevði okkurt ímóti teimum reyðu úr Liverpool.

Tað bleiv ikki tikið væl ímóti frá tí enska fótbólbóltssambandinum og tí bleiv hann ákærdur beinanvegin.

Hettar merkir at Liverpool verður uttan Jürgen Klopp á síðulinjuni ímoti bæði Aston Villa og Southampton.