Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Roma og Sevilla eru klárir til Europa League finaluna

AS Roma vann fyrra dystin 1-0 á Leverkusen í Rom, við málið frá Edoardo Bove.

Í kvøld var returdystur á Bay Arena, tá ið Xabi Alonso og hansara menn skuldu reisa seg.

Men dysturin endaði við einum málleysum javnleiki, sum merkir at AS Roma eru í finaluni í Europa League.

Venjarin José Mourinho kann við hesum lyfta sítt 6 steyp í Evropa. Seinast vann hann Europa League við Manchester United í 2017. Í fjør kundi hann eisini lyfta Europa Conference League steypið fyri AS Roma.

AS Roma hava bert vunnið 2 steyp ígjøgnum tíðina í Evropa. Fyrra steypið var í Inter-Cities Fairs Cup í 1961 og seinna var í fjør, tá ið teir vunnu European Conference League.

Í hinum dystinum endaði dysturin millum Sevilla og Juventus 1-1 eftir vanligari leiktíð. Tá ið fyrri dysturin eisini endaði 1-1 í Torino, var neyðugt at spæla forlongda leiktíð.

Sevilla skuldi bert brúka 5 minuttir fyri at leggja seg odda, við málið frá Erik Lamela.

Tá ið 25 minuttir vóru leiktir í forlongdari leiktíð fekk Marcos Acuna sítt seinna gula kort og Sevilla mátti spæla við 10 monnum teir seinastu 5 minuttirnar.

Men dysturin endaði 2-1 og Sevilla eru klárir til finaluna í Europa League, sum teir hava vunnið 6 ferðir.

Finalan verður spæld á Puskas Arena í Ungarn tann 31. mai

Dystargongdin

Leverkusen – AS Roma 0-0

Samanlagt 0-1

Sevilla – Juventus 2-1 (eftir forlongdari leiktíð)

65′ Dusan Vlahovic 0-1

71′ Suso 1-1

95′ Erik Lamela 2-1

Samanlagt 3-2