Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

7-ára gomul sild er bulurin í vaksna stovninum

Jákup Sverri hevur júst verið á silda- og svartkjaftakanning norðanfyri, og úrslitini vísa, at 2016-árgangurin er bulurin í stovninum

Týsdagin kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri.

Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari enn undanfarin ár. Tað var einans inn móti íslendska landgrunninum og í útnyrðingshorninum og landsynningshorninum av kanningarøkinum, at lítið var at síggja.

Aldursgreiningin av sildini vísir, at tað enn er 2016 árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum.

Svartkjaftur var at síggja í eystasta partinum av kanningarøkinum, har sjógvurin eisini er lutfalsliga heitari enn vestanfyri. Meirilutin av svartkjaftinum vóru tvey og trý ára gamlir.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Bretlandi. Skipini úr Danmark, Noregi og Íslandi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan juni.

Kelda: Havstovan