Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1: Fótbóltsskýlið metir um fyrsta triðingin

Í Fótbóltsskýlinum, sum verður sent í tveir tímar í dag, viðgerð fyrsta triðingin í Betri Deildini hjá monnum

Í dag verður tosað um avrikini fyrsta triðingin í Betri Deildini hjá monnum, har liðini og avrikini verð viðgjørd. Eisini koma serfrøðingarnir inn á, hvør spælari hevur skarað framúr higartil, og mett verður eisini um komandi triðingin í landskappingini umframt steypakappingina við monnum.

Gestir eru: Kenneth Hovgaard, Jón Krosslá Poulsen og Jákup Ósá.

Vertur er Petur Asbjørn Lervig.

Fótbóltsskýlið í dag er frá klokkan 15 til 17 á FM1.