Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

G7-londini ætla at seta harðari revsitiltøk í verk móti Russlandi

Heimsleiðararnir á G7-toppfundinum, sum í hesum døgum er í Hiroshima í Japan, er vorðnir samdir um, at fleiri revsitiltøk skulu setast í verk móti Russlandi.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Leiðararnir skriva í einari yvirlýsing, sambært BBC, at londini “binda seg saman at standa saman ímóti ólógliga, skilaleysa og ógrundaða álopið á Ukraina”.

Í yvirlýsingini stendur millum annað, at:

  • Vit endurnýggja okkara ábyrgd at veita fíggjarliga, humanitera, hernaðarliga og diplomatiska stuðul, sum Ukraina hevur brúk fyri, so longi tað krevst.
  • Vit hava í hyggju at seta enn fleiri revsitiltøk og onnur tiltøk í verk fyri at økja útreiðslurnar og kostnaðin fyri Russland og tey lond, ið stuðla Russland í sínum krígstillag.

Í yvirlýsingini stendur eisini, sambært BBC, at tað verður bert møguleiki við friði, um Russland tekur sínar herdeildir og hernaðarútgerð úr Ukraina.

G7-londini eru Bretland, Frakland, USA, Kanada, Týskland, Italia og Japan. Umframt hesi sjey, so luttaka eisini onnur átta lond á toppfundinum í Japan í ár.

Les eisini: G7-londini fara at umrøða harðari revsitiltøk móti Russlandi