Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Margit Stóra fær tilmæli um skannaran um tvær vikur

Um tvær vikur skal Margit Stórá, landsstýriskvinnan í Heilsumálum, hava tilmælið um skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Eftir ætlan fær Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, tilmæli um skannaran í Klaksvíkar sjúkrahúsi um 25. Mei.

Hetta er skannarin, ið vinnulívið lat Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, ið hevur sett Margit Stóra fyrispurning um, hvat skal henda í málinum.

Margit Stóra ger eisini greitt, at tað eru varastjórnarnir á Landssukrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum eru í arbeiðsbólkinum, saman við fakfólki innan medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medisinskar sjúkur og fíggjarviðurskifti, og arbeiðsbólkurin hevur eisini verið og leitað sær eftir vitan aðrastaðni frá.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vildi eisini vita, hvør munurin er at lata Landssjúkrahúsinum gávu og Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu, og til hetta svarar landsstýriskvinnan, at eingin munur er á, tí at reglurnar fyri at taka ímóti gávum er eins á øllum stovnum landsins.

Margit Stórá sigur eisini, at hon fer at taka støðu í málinum um, hvat víðari skal henda, tá ið málið er upplýst og viðgjørt og aftur lagt fyri hana.