Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

07 Vestur-KÍ og B68-B36 beinleiðis á FM1 frá klokkan 14.30 sunnudagin

Sunnudagin siga frásøgumennirnir hjá FM1, Trygvi Absalonsen og Rúni á Reynatrøð beinleiðis frá dystunum: 07 Vestur-KÍ, ið byrjar á Dungasandi í Sørvági klokkan 15, og B68-B36, ið byrjar á Svangaskarði á Toftum klokkan 16. Viðmerkjari á Dungasandi verður Jóhan á Mýruni. Viðmerkjari á Svangaskarði verður Ovi Brim. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 14.30.